Í D & V fríggjakvøldið var eitt innslag um Fámienstunnilin.
Hóast umrøðan viðvíkti okkara felag eri eg sum stjóri í J & K Petersen ikki spurdur um nakað sum helst. Tað undrar meg ikki so lítið.
Orsøkin er, at innslagið helst var meint at skaða navngivnar persónar í Fólkaflokkinum. Tað haldi eg ikki er rættvíst. Tað eru júst hesir menn, sum hava fingið Fámjinstunnilin settan á skrá.
Fakta er, at vit sendu eina umsókn um undangóðkenning tveir tímar ov seint inn til Landsverk. Innihaldið í teimum skjølum, sum vit sendu, var annars stórt sæð tað sama, sum skjølini vit eisini sendu Landsverk, tá tunlarnir Norður um Fjall skuldu bjóðast út. Í hesum máli blivu vit undangóðkendir. So undangóðkenningin í hesum máli má sigast at vera ein avgreiðslusak.
Vit gjørdust ov seinir, tí ógreiða tók seg upp, tá Landsverk útsetti freistina.
Endamálið við undangóðkenning er at fáa so nógvar skikkaðar at bjóða sum møguligt.
Tá formaðurin í Javnaðarflokkinum Aksel Johannesen nú ger Fámjinstunnilin til sítt hjartabarn, við millum annað at samanbera støðuna við føðingardagar ella veitslur, fari eg at spyrja, nær Aksel er koyrdur úr einum balli tí hann kom ov seint?
Ella um Javnaðarflokkurin hevur goldið flokkstuðulin aftur, tí flokkurin ikki helt sínar freistir?
Aksel skuldi heldur brúkt dømi, tá løgtingsval er.
Valhølini lata aftur kl. 20.00. Tá fer valstýrisformaðurin út í tún at rópa fyri at vita, um nakar stendur eftir. Hetta júst fyri at fáa so nógv á val sum møguligt. Tað hendur seg eisini, at veljari, sum kom aftaná kl. 20.00 sleppur at velja. Hettar fyri at fáa so nógv á val sum møguligt.
Aksel, spurningurin er hvønn tú gongur ørindi fyri.
Vit hava á leið 200 fólk í arbeiði, har í millum eru eisini nógvir javnaðarveljarar. Tú átti at skammast, tí tú ikki vart førur fyri at seta nakran tunnil á skrá.
Nú ert tú fremstur í røðini at rópa krossfest.
Forrestin átti Aksel – sum altíð tosar um vandan við útlendingum – heldur at undrast, tá Landsverk í hesum máli hevur valt at leggja soleiðis til rættis, at 75% av teimum, sum skula sleppa at bjóða, eru útlendsk feløg.
Forrestin nú gloymdi eg næstan hvat máli snýr seg um.
20. mai 2021 fingu vit soljóðandi skriv frá Landverk:
##med2##
Tað var altso Landsverk, sum bað okkum um venda okkum til Fíggjarmálaráðið, um ikki annað fyri at fregnast, um ráðið vildi taka málið upp!
At sami stovnur nú vil gera hetta til eitt politiskt mál, og sigur seg vera kroystan, má tí undra stórliga. Tað var Landsverk sum bað okkum kæra.
Annars kann eg upplýsa, at ein undangóðkenning ikki er lógarfest. Ein undangóðkenning kann avgreiðast uppá nakrar fáar tímar. Vit hava í samband við aðrar undangóðkenningar fingið freist frá Landsverk uppá 24 tímar (!) at lata skjølini inn.
At pástanda, at hetta skal seinka verkætlanini í 6 mánaðir er púra burtur úr vón og viti. Hesin pástandur hjá Landsverk eigur at verða kannaður nærri.
Annars kann eg upplýsa Aksel, at tað er munandi betur fyri landskassan, at 4 fyritøkur sleppa at bjóða heldur enn 3 fyritøkur.
So tað er heldur ikki skattgjaldarans pengar, sum Aksel er so eymur um.
Stein Olvur Petersen,
Stjóri í eini 50 ára gamlari føroyskari fyritøku, sum hevur umleið 200 skattgjaldarar í starvi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo