Steffan Klein Poulsen, tinglimur hjá Miðflokkinum, sum er staddur í Ísrael í løtuni, skrivar á sínum Facebook-vanga, at hann tekur ikki undir við tiltøkunum hjá landsstýrinum.
- Eg haldi at landsstýrið fer ov langt við sínum tiltøkum og eg komi ikki at taka undir við teimum, sum tað fyriliggur. Eg havi ilt við at fara so langt, har vit møguliga koma til at kvetta eitt samstarv av, sum snýr seg um matvørur, skrivar hann.
Les alla viðmerkingina niðanfyri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo