Synergi: Plássið til leiðsluskeiðið við Steen Hildebrandt er avmarkað og nógv pláss eru longu farin – tryggja tær pláss nú! Freistin at tekna seg er mikudagin 7. mars.
Steen Hildebrandt er í 10 ár kosin besti MBA undirvísari í Danmark. Nú fært tú høvi at koma á skeið við honum og fáa alla ta nýggjastu vitanina innan leiðslurák, so tú ert 100% uppdaterað/ur sum stjóri ella leiðari.
Skeiðið er viðkomandi fyri øll í leiðandi størvum. Bæðir fyri stjórar og leiðarar í privatu vinnuni og innan tað almenna. Skeiðið er 19. mars kl. 09.00 - 15.30 og 20. mars kl. 09.00 - 12.00. Avmarkað pláss!
Á skeiðinum viðgera vit vanliga leiðsluhugtakið, millum annað starvsfólkaleiðslu, HR og strategiska leiðslu. Harumframt verður serligur dentur lagdur á nýggj leiðslurák og tema, m.a. Disruption, globalisering, burðardygd, resiliens, heimsmálið hjá ST um burðardygga globala menning v.m.
Aftaná skeiðið ert tú før/ur fyri at eyðmerkja, lýsa og fyrihalda teg meiri aktivt og konstruktivt til sjálva leiðsluuppgávuna.
Undirvísari er R, Ph.D., Steen Hildebrandt, sum er professari emeritus í organisatións- og leiðsluteori við Aarhus Universitet, adjungeraður professari í leiðslu við CBS, Copenhagen Business School og adjungeraður professari við Institut fyri filosofi og læring við Aalborg Universitet.
Steen Hildebrandt verður roknaður sum fremsti leiðsluserfrøðingur í Danmark
Tekning HER! ella á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo