Búskaparráðið metti í 2021, at starvsfólkatrotið fram til 2030 fer at tátta í 2.000 fólk innan umsorganarøki. Vit eru á veg inn í 2025 og innsatsurin at fáa fleiri hendur inn á umsorgannarøki er alt ov lítil. Vit kundu gjørt nógv meira.
Vit kunnu td. byrja í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum, við at fáa tey, sum fara út í starvsvenjing at velja umsorganarøki, fyri at vekja áhugan fyri serliga eldraøkinum.
Vit hava ein fínan heilsuskúla í Hovi, sum kundi tikið nógv fleiri næmingar. Har kundi verið gjørd tiltøk fyri at fáa fleiri at velja skúlan til, heldur enn at velja hann frá. M.a. lestraríbúðir/verilsir og betri busssamband til og frá skúlanum soleiðis at bústaðarmøguleikar og atkomiligheitin ikki er ein forðing. Hettar er ikki uppgávan hjá TK, men bara fyri at vísa á, at tá skúlin liggur har hann liggur, so má setast inn við tí, sum krevst, óansæð hvør eigur uppgávuna.
Havi ikki altíð verið so sannførd um, at staðsetingin av heilsuskúlanum er tann rætta, men havi hoyrt so nógv gott um skúlan frá næmingum, sum hava gingið og ganga á heilsuskúlanum. Tað er líka mikið hvar skúlin er staðsettur, bara tingini hanga saman frá A-Z.
Vit eiga at innføra løn í lestrartíðini, soleiðis at tað ikki er ein peningalig forðing, at nema sær útbúgving innan umsorganarøkið. Eisini er lestrarstuðulin alt ov lágur hjá einum forsyrgjara.
Eitt vøggustovupláss í TK kostar 3.600 kr., ikki ringt at rokna út, at nærum allur lestrarstuðulin hjá mammum við smáum børnum fer til ansingarpláss, hettar eigur kommunan at kunna gera betur. Veit um mammur, sum eru givnar at lesa, tí tær ikki fáa endarnar at røkka.
Standardsvarið frá starvsfólkum í umsorganarøkinum er: normeringin má upp. Leiðslutoymið, vaskifólk og køkshjálp mugu liggja uttanfyri normeringina.
Á einum ellisheimi/røktarheimi hevur man ikki møguleikan at lukka eina deild ella senda tveir ella tríggjar borgarar heim, við ringja til avvarandi og biða tey heinta búfólk, tí deildin er undirmannað. Nei, tá deildir eru undirmannaðar, mugu starvsfólkini renna enn skjótari. Tá arbeiða td. tvey starvsfólk sum og fyri trý. Fokus verður alla tíðina settur á, at brúkarin skal merkja sum minst, tá tað ikki er full manning. Tað líkist ongum, at politikkarir ikki virðismeta hendan eyka innsatsin hjá starvsfólkunum hæggri, við at løna teimum samsvarandi. Mítt boð er, at tey sum eru til arbeiðis, deila lønina hjá manglivaktini.
At enda haldi eg eisini, at her skal ein hugburðsbroyting til. Heldur enn at tosa umsorganarøkið niður, eiga vit at tosa tað upp. Tvs. Í staðin fyri at tosa um hvussu strævið tað er og hvussu lág lønin er, skulu vit varpa ljós á hvussu gevandi og mennandi tað er, at arbeiða við menniskjum. Tað kann í grundini ikki roknast út í pengum, hvussu gott tað følist, tá tú hevur hjálpt einum øðrum menniskja, sum hevði brúk fyri tínari hond.
X við Ingvør Skaalum á lista B
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo