Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mánadagin kom fram í Degi og Viku, at sosialráðgevarar, sum arbeiða við barnavernd, eru fyri álvarsomum ágangi á Facebook. Talan er um miðvísan áganga, sum hevur gingið fyri seg í fleiri ár, í einum facebookbólki, har navngivnir sosialráðgevarar verða hongdir út og útspiltir fyri sítt arbeiði.

Sosialráðgevarar hava áður meldað ágangin til politiið, og aftur í gjár hava sosialráðgevarar melda málið til politiið.

Starvsfelagið og Sosialráðgevarafelagið átala hvassliga ágangin móti limum okkara, har ákærur við niðrandi og ærumeiðandi innihaldi verður brúkt um starvsfólk í almennari tænastu.

Feløgini kunnu ikki góðtaka at starvfólk, ið gera sítt arbeiði verða útsett fyri slíkari vanvirðiligari viðgerð, sum kann vera ærumeiðandi eftir lógini.

Vandin fyri trýsti
Sosialráðgevararnir eru ein av starvsbólkunum í okkara samfelag, sum sita í útsettum størvum, og skulu taka avgerðir, ið viðvíkja menniskum og persónligum lagnum. Tí er tað einki óvanligt í, at okkara limir kunnu vera fyri hørðum atfinningum, og starvsfólkini vita, at kritikkur er ein partur av fakinum.

Men ágangurin, sum fer fram á sosialu miðlunum, fer út um alt sømilig mar og helst lógarinnar mark við. Og einki starvsfólk, sum bara ger sítt arbeiði, skal verða noytt at góðtaka hetta slagið av almennum gapistokki.

Starvsfólk, sum politistar, fangavørðar og sosialráðgevarar, royna øll at gera sítt arbeiði eftir besta førimuni. Tey royna øll at taka rættar avgerðir. Ágangurin, sum tey uppliva á sosialu miðlunum er eitt álop á teirra privatlív. Men tað mest álvarsama er kanska, at vandi er fyri, at forfylgingin ávirkar teirra fakliga arbeiði, soleiðis, at tey kenna seg trýst at gera annað enn tað, sum í roynd og veru er best fyri barnið.

Eru borgarar misnøgdir við málsviðgerð, eru tað góðkendir kærumyndugleikar, ið taka sær av slíkum málum. Tað er stovnurin ella embætið, ið skal standa til svars. Og tað kann als ikki góðtakast, at starvsfólkini, sum royna at gera sítt arbeiði, so væl sum tilber, verða persónliga úthongd í almenna rúminum, tá ið avgerðirnar ganga onkrum ímóti.

Tørv á betri verju
Umrøðan seinastu dagarnar vísir, at starvsfólkunum í almennari tænastu í Føroyum, tørvar betri lógarvernd móti almennum ágangi.

Revislógin hevur ávísa verd fyri starvsfólk í almennari tænastu. Tað er eittnú revsivert at fremja harðskap ella at hótta við at fremja harðskap móti starvsfólkunum. Eisini er revsivert at háða ella tala niðrandi um starvsfólkini, tá ið tey eru í starvi ella í hesum sambandi.

Men ásetingarnar verja ikki beinleiðis móti ágangi av hesum slagi. Tað fer niður millum meskarnar á føroyskari lóggávu.

Í Danmark avgjørdi Fólkatingið í 2016 at herða revsilógina, so at tað verður revisvert at forfylgja ella sjikanera starvsfólk í almennari tænastu. Hetta er ein verja móti ágangi á sosialu miðlunum og t.d. um starvsfólk verða elt í teirra frítíð, sum dømi eisini er um.

Starvsfelagið og Sosialráðgevarafelagið fara nú, at taka støðu til, um hendan lóggáva eisini eigur at verða sett í verk í føroysku revsilógini. Politistafelagið hevur áður mælti til at lógin verður herd, tí føroyskir politistar hava eisini verið fyri ágangi á sosialu miðlunum.

Feløgini bæði fara at viðgerða hetta álvarsmálið ein av fyrstu døgunum.

Katarina Petersen, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo