Starvsfelagið: Nú Landsstýrið og Løgtingið velja at lóggeva í stríðnum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skulu vit boða frá, at vit ikki longur kenna okkum bundin av avtaluni frá 1. februar 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist.
Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið frá á midnátt hóskvøldið 2. novembur 2023 til á midnátt fríggjakvøldið 3. novembur 2023.
Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið - eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.
Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili umframt skipini hjá Strandfaraskip Landsins, sum sigla samb. §46 a í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo