Starvsfelagið, ið varðar av sáttmálaøkinum hjá journalistum í almennum starvi, átalar harðliga ógvusliga ágangin, ið verður framdur móti journalistum í Kringvarpinum av íslendska reiðarínum Samherja og teirra sonevnda ”geriljadeild”.
At Samherji fer so langt í ætlanini at sáa iva um journalistar og journalistiska fakið, og samstundis hevur eitt lið, sum hevur til endamáls at ”stinga, benda og stroya salt í sárið” á teimum, sum seta spurnartekin við viðurskifti hjá Samherja, er undir alt lágmark.
Skrivi- og talufrælsið er hornsteinur í einum demokratiskum samfelag. Tí er tað umráðandi, at vit hava eitt sterkt og óheft Kringvarp Føroya, sum public service stovnur kann røkja uppgávuna at veita samfelagsupplýsing og ikki minst at hava kritiskt eftirlit við samfelagsviðurskiftum, politisku skipanini og teimum ráðandi.
Tað er týdningarmikið, at stovnurin fær frið og umstøður at røkja hesar uppgávur til lítar.
Starvsfelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo