Seinnapartin í gjár varð hátíðarhald á Rakstrarstøðini við Oyggjarvegin, nú sjey hildu seinkaðan 10 ára dag, ein helt 20 ára og tveir hildu 25 ára starvsdag.
Borgarstjórin fegnaðist um at síggja manningina so vælupplagda, nú øll hittust til ein drekkamunn at heiðra nøkrum starvsfeløgum, sum teir flestu leingi eru snýttir fyri ein hugnaligan starvsdag.
Helst er tað korona, sum hevur ført til, at onki skil hevur verið á starvsdøgunum seinastu tvey árini – nú tað hevur illa borið til at hátíðarhalda nakað sum helst.
- Tað vísir seg eisini, at fleiri av tykkum eru farnir bæði eitt og tvey ár útum 10 ára dagin. Men, so taka vit tað nú. Egil, Evert, Atli, Rúnálvur og Lars – tit eru allir komnir uppá eini 11-12 ár, meðan Brynjálvur og Jan hava nakrar vikur eftir at røkka degnum.
- Og so eru tað Hjarnar við 20 árum og Jens Petur og Pól við 25 árum.
Borgarstjórin nevndi síðan eitt sindur um hvønn einastakan: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo