Í gjár var samkoma á Brennistøðini á Hjalla í sambandi við, at fleiri høvdu starvsdagar. Tað mest sermerkta var, at Otto Jensen, sum er formaður á tyrvingarplássinum í Húsahaga, hevði 50 ára starvsdag.
Borgarstjórin helt røðu á Brennistøðini og nevndi, at hann so mangan hevði sagt, at tað aldri kann yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo