Nú sunnudagin 17. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju.
Tað er vorðin ein fastur siður, at Stanley hevur konsert í Hoyvíkar kirkju hesa tíðina á árinum.
Ja, siðurin er blivin so fastur, at hetta er 10. árið á rað, at hann hevur konsert í Hoyvíkar kirkju.
Hesaferð er Stanley serliga aktuellur, tí júst í morgin, fríggjadagin, gevur hann nýggja fløgu út.
Tað er hansara áttanda fløguútgáva og hon hevur stutt og greitt fingið heitið "Stanley No 8". Hann hevur sjálvur gjørt øll løgini og hevur eisini yrkt fimm av sangunum.
Hinar tekstirnar eiga m.o. brøðurnir Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus. Eftir konsertina í Hoyvíkar kirkju sunnudagin, verður høvi hjá fólki at keypa nýggju fløguna.
Øll eru hjartaliga vælkomin á konsertina við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju sunnudagin kl. 16, og sum vanligt er konsertin ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo