Sunnudagin kl. 16 syngur og spælir Stanley Samuelsen sínar vælkendu sangir í Hoyvíkar kirkju.
Stanley hevur verið mestsum fastur gestur í Hoyvíkar kirkju seinastu vetrarnar, og nú kirkjan rundar tey 10 árini í ár, verður heldur einki undantak.
Stanley hevur gjørt løg til fleiri føroyskar yrkingar, og syngur bæði sangir og onkran sálm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo