Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag eru ikki mong listafólk, ið kenna og duga tað siðbundna formsmálið hjá standmyndum, eins væl og Hans Pauli Olsen (f. 1957).

Menniskjakroppurin verður endurgivin so beinreikin og veruligur, og hann verður gjørdur av leiri so nágreiniliga og við stórari trygd heilt frá byrjan.

Hendurnar, ið eru hansara einastu amboð, arbeiða sjálvstøðugt vid leirinum, sum hevur sína egnu styrki og egna vilja til at lata seg forma.

Standmyndirnar eru ráar og grovar, og við teimum týðiligu fingramerkjunum fáa tær eina livandi útsjónd.

Hóast hann hevur fingið íblástur frá listasøguni, so tekur Hans Pauli Olsen frástøðu frá ta reinu natúralismuni. Hans Pauli hevur eyga fyri teimum nýbrotum, sum eru hend innan listina ta seinastu øldina. Hann leggur fleiri týðingar inn í síni verk sum optiskar villeiðingar við skuggunum og spegilsmyndum, ella hann letir tyngdarkraftina úti av spælinum og letur standmyndina venda á høvdinum ella vatnrætta á gólvinum. Á hendan hátt ger hann okkara vanligu áskoðan óstøðuga, lýsir tilveruna sum gátufulla og sáar iva um tann veruleika, sum vit í gerandisdegnum taka fyri givið. Hann hevur eisini gjørt fleiri bringumyndir, m.a. av kongafamiljuni og kendum føroyskum listafólkum. Á framsýningini á Norðurbryggjuni verður høvi til at síggja bringumyndir, skitsur og størri verk úr ymsum tilfari.

Upplatingardagur Fríggjadag tann 26. februar kl. 16-18.

Rithøvundur, listaummælarin og miðlakvinnan, Lisbeth Bonde, ber fram røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo