Góðu Tvøráfólk, minnist til, at alt sum kommunan eigur, eiga øll sum búgva á Tvøroyri. Hvør einstakur borgari eigur sín part av Tvøroyri, sum í dag er ein part av áleið 1750.
Ansið eftir tykkara parti av Tvøroyri!
Jeg vil heita á øll um at verða góð við Tvøroyri, farið væl við Tvøroyri og standið saman um Tvøroyri, tí tað eru okur øll, sum eiga Tvøroyri.
Tað er her okur hava valt at búgva, tað er her okur hava valt at okkara børn skullu vaksa upp. Lat okum standa saman og lyfta Tvøroyri enn longur upp.
Tvøroyri hevur allar tíðir gingið undan og tað gera okur enn. Bæði tá talan er um mentan, list, ítrótti og einum sterkum vinnulívi.
Tá ið á stendur, tá standa okur saman um Tvøroyri. Tað vísir søgan okkum. Hvørja ferð at aldudalar hava verið, so hava Tvørafólk tikið saman hendur og vent gongdini. Hvørjaferð! Slagorðini vóru altíð, arbeiðspláss, arbeiðspláss, arbeiðspláss og út frá tí er mentan og trivnaður sprettur.
Tíðinar broytast og okur flyta okkum við, sjálvt um grundarsteinurin altíð við vera, MÌN KÆRA HEIMBYGD Tvøroyri.
Tvøroyri flytir seg, allatíðina, allatíðina frameftir! Men okur eru slett ikki komin á mál, tað koma okur ongantíð.
Tað er mín vón og mítt brennandi ynski at okur fáa valt eitt sterkt býráð, við blandaðum royndum og tankum, sum vilja standa saman um Tvøroyri.
Gott val
Bjarni Hammer
Ein av mongu góðu valevnunum á Lista C
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo