Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Flott av starvsfólkunum í Bústaðir, at tey fult og heilt bakka upp um ein av bestu stjórunum innan tað almenna, um ikki tann besta. 

Tey hava bara ongan møguleika ímóti Masterplaninum hjá einum vissum flokki í Løgtinginum við øllum valdinum, nevniliga at tryggja privatu vinum og stuðlum sínum at fáa meginpartin av fíggjarligu køkuni, sum Bústaðir fer at fáa heimild at taka lán og byggja fyri. Og júst tí fær Bústaðir ta heimildina, annars var hon ongantíð komin.

Nýggi leisturin er eitt beinleiðis álop á tey veikastu í samfelagnum, sum frameftir koma at gjalda í dýrum dómum í leigu fyri at tryggja politisku vinunum eitt tilpass stórt vinningsbýti at søta sína tilveru við. 

At almannamálaráðharrin onga viðmerking hevur til tað, sum fer fram millum nevnd og leiðslu í Bústaðir, er tí ógvuliga skiljandi, tí hvat skal tann stakkals málaráðharri siga og gera? 

Tær stóru avgerðirnar liggja sjálvandi langt frá hennara borði uppi í politisku skipanini, har hon onga atgongd hevur. 

So má ein spyrja seg sjálvan, hvar hinir báðir flokkarnir í samgonguni eru? Eru teir totalt paralyseraðir og settir út av spælinum, ella sita teir við bindi fyri eygunum og proppi í oyrunum?

Kári Mikkelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo