Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Fyri aðru ferð hevur 48 ára gamli svenski filmsleikstjórin Ruben Östlund vunnið Gylta Pálman, sum í ár varð hildin í Cannes á 75. sinni. Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness.

Ruben Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí kenda verða førd inn í eina óvæntaða nøtrisøgu, har mest sum einki er, sum vit væntaðu tað. Alt er vent á høvdið.

Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska ein parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, klæddur sum orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm. Altso ein greið listarlig satira. 

Í nýggja vinnarafilminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru supermodell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskranni, møta tey vápnaðum sjórænarum og skipið søkkur. Flótandi stættarsamfelagið verður vent á høvdið, tí bara filipinska konan, ið vaskar vesið í kjølinum, dugir at fiska og kynd eld, so tey fáa mat í munnin á oydnu griksku oynni, tey hava bjargað sær á. Altso ein greið samfelagslig satira um maktrelatiónir í nútímans samfelagnum, har vakurleiki og vælvera verða sett fremst í øllum miðlum.

Leikarar eru Zlatko Buric, Woody Harrelson, Vicki Berlin, Harris Dickinson og Charlbi Dean.

- Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes, segði Gudmund Helmsdal Nielsen úr Cannes. - Eg kendi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara, ið bleiv til, so hvørt eg hugdi, frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið, slag fyri slag, inntil hann at enda rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin Gullpálmi, sigur Gudmund um gullvinnaran úr Cannes í ár.

Mikudagssýningin í Filmsfelagnum er almenn.

12/10 kl 20:00 Triangle of Sadness (Ruben Östlund Svøriki 2022 147 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo