Næsta kappingarár verða umstøðurnar at hyggja at fóbólti í Sørvági munandi betri samanborið við nú, og tey, ið skulu varpa út og miðla frá dystunum kunnu eisini gleða seg til nýggjar tíðir.
Dungasandur, stadionøkið í Sørvági, sum Sørvágs Kommuna eigur, skal nevniliga dagførast fyri umleið seks milliónir krónur, og helvtin av íløguni er longu játtað á fíggjarætlanini fyri í ár.
Dagføringin umfatar í høvuðsheitum ein bygning í tveimum hæddum á norðursíðuni framvið Kirkjuánni, sum millum annað skal hýsa goymslu í neðra og miðlarúmi í erva, og eitt yvirdekkað skýli við plássi fyri 480 áskoðarum á suðursíðuni framvið Stórá.
Áskoðaraplássini á suðursíðuni verða í hesum sambandi flutt heilt inn ímóti vøllinum samanborið við í dag, og vegurin síðan lagdur aftanfyri skýlið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo