Sonur Jóannes og Poulu Fonsdal, Jákup, býr í Panama har hann er giftur og arbeiðir sum kavari. Hoyr Jóannes greiða frá hvussu tað kendist tá tey, púra óvæntað, blivu omma og abbi undir vitjanini í Panama herfyri.
Eisini fer Rakul í Gerðinum at lesa seinasta partin av søguni um Perlupetur sum Heðin Brú skrivaði.
StaðiðFM er nærvarpið í Vestmanna - koyr frá við at trýsta á pílin undir myndini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo