Heimstaðurin hjá SEV var til fyri nøkrum árum síðani í Vestmanna. Tá byrgingarnar í Heyga- og Fonsdali vórðu bygdar í fimmtiárunum komu nógv avbygdarfólk til Vestmanna at vera við í arbeiðnum. Onkur teirra varð hangandi, og onkur er komin og farin og síðani afturkomin.
Hans Poulsen úr Suðuroynni kom til Vestmanna sum ungur at arbeiða í SEV.
Hoyr samrøðu við hann, sum StaðiðFM, nærvarpið í Vestmanna, hevur gjørt.
Pauli Magnussen og Páll Hellu leggja til rættis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo