ST skrivstovan OCHA hevur rættað deyðatølini fyri kvinnur og børn, ið eru deyð í Gasa, síðani kríggið millum Ísrael og Hamas brast á, sambært The Jerusalem Post skrivar TV 2.
6. mai metti OCHA, at fleiri enn 14.500 børn høvdu latið lív – hetta tal var 8. mai broytt til 7797.
Fyri 8. mai hoyrdist eisini, at 9500 kvinnur høvdu latið lív. Hetta tal var 8. mai broytt til 4959.
OCHA gav á síni heimasíðu onga frágreiðing um broyttu tølini, men metingarnar frá 6. mai bygdu á tøl frá pressumyndugleikanum hjá Hamas í Gasa.
Nýggju metingarnar samhóska við tølini í eini frágreiðing frá einum øðrum Hamas myndugleika: heilsumálaráðið í Gasa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo