SSL umhugsar nú at broyta bókingarskipanina sum verður brúkt umborð á summum ferjum sum sigla til útoyggjarnar, eitt nú Mykinesar og Kallsoyar. Orsøkin er, at tað eru ábendingar um, at onkur er sum leggur ferðaseðlarnar inn undir seg. Og tað er irriterandi og óheppi hjá øðrum, sum tí ikki fáa keypt teir.
Sum skipanin er í dag, so ber til at avbóka ferðaseðlar, sum ein ikki brúkar, upp til tveir tímar áðrenn fráferð, uttan at tað kostar nakað.
Regin Toftegaard, sum er verkætlanarleiðari fyri bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni, sigur í áhugabólki fyri fólk innan ferðavinnuna á facebook, at SSL nú fer at kanna nærri, í hvønn mun avlýsingar stutt fyri fráferð eru ein partur av trupulleikanum.
- Vit fara at skráseta, hvussu ofta hetta hendir, og síðani meta um tað er neyðugt at seta tiltøk í verk. Tað kundi t.d. verið at innført eitt gjald fyri avlýsingar stutt fyri fráferð, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo