Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Funningsfjarðarvegurin
Spurningar:
1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár?
Viðmerkingar:
Í samtyktu fíggjarlógini fyri 2024 eru settar av 2 mió. kr. til framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði.
Gjøgnum fleiri ár er peningur settur av til at dagføra og breiðka hendan vegin. Nú verður skjótt, at komið verður til avkoyringina til Funningsvegin og so er umleið ein hálvur kilometur eftir til vegin oman á bryggjuna.
Nú árið er farið at halla og einki sæst til, at nakað er gjørt ella verður gjørt, verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 30. august 2024
Magnus Rasmussen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo