Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Trivnaðarkanningar í sjúkrahúsverkinum

Spurningar:
1. Hvussu nógvir pengar eru settir av til komandi trivnaðarkanning í sjúkrahúsverkinum?

2. Um ikki ber til at svara neyvt, ber so til at koma við einum boði til nærmastu 100.000 kr. ella nærmastu 500.000 kr?

3. Hví verður tað mett neyðugt at gera trivnaðarkanning aftur nú, tá kanningar hava verið gjørdar í bæði í november 2022 og í oktober 2023?

4. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2022?

5. Hvørji ítøkilig átøk eru framd eftir kanningina í 2023?

Viðmerkingar:
Í miðlunum um dagarnar er upplýst, at sjúkrahúsverkið hevur í hyggju at gera stóra trivnaðarkanning av økinum. Í miðlum er eisini staðfest, at trivnaðarkanningar í øllum førum eru gjørdar av pørtum av sjúkrahúsverkinum bæði í 2022 og 2023.

Slíkar kanningar verða fíggjaðar av løgtingsfíggjarlógini, og tí verður spurt um hesa raðfesting innan sjúkrahúsverkið.

Á Løgtingi, 15. apríl 2024
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo