Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tøkugjøld
Spurningar:
1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tøkugjøldini verið í alivinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær?
Viðmerkingar:
Tilfeingisgjøld og tøkugjøld komu inn í vinnuna fyri nøkrum árum síðani.
Tað er gleðiligt fyri Føroyar, at hesar vinnur hava ment seg so mikið, at vinnurnar hava flutt seg frá at fáa stuðul til at gjalda munandi eyka upphæddir til føroyska vælferðarsamfelagið.
Tað verður nógv gitt, hvussu stórur partur hesi gjøld eru av samlaða bruttovinninginum hjá ávvikavist uppsjóvarvinnuni og alivinnuni.
Hesin spurningurin verður settur fyri at fáa staðfest, hvussu stórur partur hesi gjøldini eru av bruttovinninginum í krónum og prosentum.
Á Løgtingi, 4. mai 2023
Bjarni Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo