Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Skerjing av fiskidøgum

Spurningar:
1. Hvør er væntaða ávirkanin á fiskivinnuaktørarnar, nú fiskidagatalið verður ásett eftir einari endurbyggingarreglu?

2. Hvørji eru høvuðsargumentini fyri, at endurbyggingarætlanin kemur til júst 20% niðurskurð og 10% niðurskurð?

3. Nær metir Havstovan, at stovnarnir aftur eru á nøktandi støði við verandi endurbyggingarætlan?

4. Eru nakrir fiskivinnuaktørar, sum verða so nógv ávirkaðir av hesum niðurskurðinum, at teirra rakstur sannlíkt ikki fer at hanga saman í ár?

5. Hvussu nógvir veiðudagar eru brúktir í 2023 hjá hesum bólkunum, samanborið við tillutaða dagatalið?
    a) Bólkur 2: (trolarar yvir 500 HK) – Ytru- og innaru leið
    b) Bólkur 3: (línuskip yvir 110 BT)
    c) Bólkur 4: (útróðrarbátar yvir 15 tons)
    d) Bólkur 4T: (trolarar við loyvi at veiða á landleiðini)
    e) Bólkur 5: (útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu)

Viðmerkingar:
Tað eru rættiliga harðmæltar ákoyringar frá fleiri av aktørunum, nú fiskidagatalið er skert munandi.

Tað er áhugavert at fáa at vita, hvussu fiskivinnuaktørarnir verða ávirkaðir, og hvussu útlitini eru fyri, at tingini blíva betri.

Í miðlunum hava vit hoyrt fleiri, sum eru dapurskygdir um møguleikan fyri, at raksturin fer at hanga saman, so spurningurin er, um landsstýrið hevur havt hetta við í sínum metingum, nú dagarnir eru ásettir fyri 2024.

Eisini er tað áhugavert at fáa at vita, hvussu forholdið er millum tillutaðar dagar og brúktar dagar.

Á Løgtingi, 15. januar 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo