Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

§ 52 fyrispurningur til Landsstýriskvinnuna í Heilsumálum  um m.a. manglandi fíggjarliga heimild at senda frísk fólk av landinum.

1: Hvussu nógvir av teimum 18 føroyingum, sum seinastu 5 árini eru sendir av landinum til danska ”Center før kønsidentifikation”, eru sum úrslit av hesum kanningum, vorðnir viðgjørdir við:
a: hormonum ella líknandi heilivági?
b: skurðviðgerðum?

2: Hví sendir føroyska sjúkrahúsverkið frískar borgarar av landinum til sálarfrøðiligar, medicinskar og sosialar kanningar og metingar?

3: Í hvørjari lóg, og hvar í slíkari, finst heimild hjá læknum í sjúkrahúsverkinum at senda frísk fólk av landinum og áleggja føroyska skattaborgaranum at gjalda fyri kanningar og evt. viðgerð av hesum borgarum, sum, sambært sama sjúkrahúsverki, ikki hava staðfesta sjúku?

4: Hvussu nógv hava hesar kanningar, metingar, viðgerðir, ferðingar og uppihald higartil kostað føroyska samfelagnum?

5: Hvussu er aldurs- og kynsbýtið fyri hesi av landinum sendu?

Viðmerkingar:
Í svari frá føroyska Landssjúkrahúsinum til foreldur, dgf. 21. juli. 2023, lesa vit m.a.:

a: at endamálið við útgreiningini í Danmark er at finna útav um viðgerð fyri kynsskifti er rætti vegurin at fara.

b: at vanliga fevnir útgreiningin um sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar og metingar. Útgreiningin tekur í miðal 6-8 mánaðir, og um persónurin uppfyllir treytirnar fyri viðgerð, so ber til at fáa hormonviðgerð ella skurðviðgerð. 

c: at heilsumyndugleikarnir ynska at undirstrika, at talan er ikki um fysiska ella psykiatriska sjúku!

e: at tað er Center fyri Kønsidentitet, sum hevur ábyrgd av viðgerðini.

Leggjast skal afturat, at *lógin, sum føroyska sjúkrahúsverkið verður stýrt eftir, herundir eisini parturin um evt. víðarisendan av borgarum til útlond, einans fevnir um sjúklingar!

*(Løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005, seinast broytt í 2022).

Jenis av Rana

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo