Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Henrik Old, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum
Evni: Kvotur av sild, makreli og svartkjafti 2023
Spurningar:
1. Hvussu nógv tons av sild eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023?
2. Hvussu nógv tons av makreli eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast í 2023?
3. Hvussu nógv tons av svartkjafti eru eftir at fiska, sum kunnu fiskast i 2023?
Viðmerkingar:
Nú einans 2 mánaðir eru eftir av fiskiárinum 2023 er umráðandi at bera so í bandi, at so nógv sum møguligt av uppsjóvarkvotunum fyri árið í ár verða fiskaðar í hesum árinum.
Her er talan um vanligar kvotur og royndarkvotur.
Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismannninum.
Á Løgtingi, 27. oktober 2023
Henrik Old
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo