Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Beinir Johannesen, løgtingsmaður
Svarari:  Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni:  Fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku

Spurningar:   
1. Hevur landsstýrið gjørt útgreiningar av, hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru av at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar?

2. Um ja, veit man, hvørja ávirkan tað hevur á tann almenna og privata arbeiðsmarknaðin?

3. Hevur man greinað, hvat tað ger við arbeiðsútboðið?

Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum verður nevnt, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar, og tað verður skipað við lóg. Eisini hevur løgmaður nevnt í sínari frágreiðing á ólavsøku, bæði í ár og í fjør, at landsstýrið fer at koma við einum uppskoti.

Spyrjarin spurdi í fjør, hvat fíggjarliga avleiðingin var av hesum, og hvussu ávikavist almenni og privati arbeiðsmarknaðurin blivu raktir. Tá var svarið, at tølini vóru í umbúna. Nú eitt ár er farið hevði verið áhugavert at frætt, um tølini vóru tøk, um støða skal takast til málið skjótt.

Búskaparráðið og onnur hava ávarað móti ætlanum áður, tí tað fer at skaða okkara haldføri. Í heystfrágreiðing síni ynskti Búskaparráðið, at man greinaði, hvat ein stytting av arbeiðsvikuni gjørdi við okkara arbeiðsútboð, ið frammanundan er lítið. Tí verður hesin spurningur reistur, um landsstýrið hevur gjørt nakra greining hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingi, 13. september 2024
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo