Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Ferðsluviðurskiftini gjøgnum Vága kommunu og rundkoyringin á Giljanesi

Spurningar:
1. Eru ætlanirnar um at betra um ferðslutrygdina gjøgnum Vága kommunu útsettar ella sleptar?

2. Kann landsstýrismaðurin greiða frá støðuni viðvíkjandi rundkoyringini á Giljanesi, og nær kann arbeiðið at gera rundkoyringina byrja?

Viðmerkingar:
Útbyggingin av skúlanum á Giljanesi varð liðug nú í vár og eftir summarfrítíðina byrjaðu øll skúlabørnini í kommununi í skúlanum. Tað merkir, at nú eru fleiri enn 300 børn, sum ferðast til og frá skúlanum, og ferðslan er økt nógv - og tí eru ferðsluvandarnir eisini vorðnir størri.

Tað eru fleiri ár síðani, at mann í kommununi gjørdi ætlanir saman við Landsverki um at gera eina rundkoyring, og nú skúlin stendur liðugur, er hetta meiri átrokandi enn nakrantíð. Sum nú er, er bara inn- og útkoyring beinleiðis úr høvuðsæðrini, har útsýnið er sera avmarkað, og tí er vandi á ferð hvønn dag - so at siga.

Har er ongin skilagóð og trygg loysn, sum kommunan kann gera sjálv. Vegakervið má vera nútíðarhóskandi til øktu ferðsluna gjøgnum økið.

Flogvøllurin verður útbygdur, og ferðavinnan stendur í støðugum vøkstri, so tað er alneyðugt við einari loysn nú. Tað er brúk fyri, at mann tekur avbjóðingarnar í Vága kommunu í álvara og skipar ferðsluna á landsvegnum væl og trygt. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 25. oktober 2024
Eyðdis Hartmann Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo