Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Felagsforeldramyndugleiki

Spurningur
1. Hevur samgongan ætlanir um at javnseta foreldur, tá umræður foreldramyndugleika, uttan mun til hjúnabands- ella bústaðarstøðu?

Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum hevur orðið ’javnstøða’ fingið sína egnu yvirskrift, har samgongan leggur dent á, at javnstøða skal tryggjast í samfelagnum. Eisini varð orðið ’javnvág’ nýtt sum niðurlag í seinastu ólavssøkurøðu løgmans, tá løgmaður m.a. segði, at ”Vit skulu stremba eftir at finna røttu javnvágina millum kynini”.

Tann 1. januar 2023 kom nýggj lóg um foreldramyndugleika og samveru í gildi, sum hevði til endamáls at tryggja børnum rætt til bæði mammu og pápa, umframt at staðfesta rættindi og skyldur hjá foreldrunum.

Sambært hesi lóggávu hava foreldur felags foreldramyndugleika, tá ið foreldur eru gift við hvørjum øðrum, tá ið barnið verður føtt, ella um hesi gerast hjún seinni, ella um hesi kunnu vísa á samlív [landsfólkayvirlitið] ella á annan hátt kunnu prógva (mín undirstriking) eitt samlív ella tilknýti til hvønn annan. Hetta seinasta er tó bert galdandi fyri børn fødd 1. januar 2023 ella seinni.

Í 2023 er siðbundna kjarnufamiljan við tveimum foreldrum ikki so sjálvsøgd, sum fyrr. Tað eru fleiri orsakir til tess, men útfallið er hitt sama. Tað er børnini tað gongur út yvir.

Eru foreldrini ikki gift, tá ið barnið verður føtt, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll (mín frámerking). Tó kunnu ógift foreldur avtala felags foreldramyndugleika, men er hetta treytað av, at mamman letur pápan fáa myndugleika yvir hansara egna barni.

Lógin eggjar til samstarv, og at foreldrini finna eina javnvág. Men í verandi løtu eru øll loddini í vágskálini hjá mammuni frá byrjan.

Eitt foreldur kann leggja mál um foreldramyndugleika fyri rættin, og rætturin tekur tá avgerð um, hvør skal hava foreldramyndugleikan út frá tí, sum er best fyri barnið. Sum nakað nýtt kann rætturin nú døma felags foreldramyndugleika.

Við øðrum orðum kann pápin vinna tey rættindi, sum eru mammuni givin, tá ið barnið varð føtt.

Men óansæð hvør partur vinnur rættarmálið, standa børnini altíð eftir sum taparin.

Um annað foreldrið (oftast mamman) hevur foreldramyndugleikan einsamalt, ber til hjá hesum at avmarka sambandið millum barnið og hitt foreldrið. Pápar kunnu ikki fáa upplýsingar um barnið frá løgregluni, barnvernd, familjufyrisiting, sleppa ikki at luttaka á foreldrafundi og hava onga ávirkan á týðandi avgerðir í lívinum hjá barninum.

Mamman kann rýma av landinum við barninum uttan so mikið sum at siga pápanum frá, og kann hann onki gera við tað!

Tað er ein sannroynd, at foreldrini eru í felag um, at barnið verður gitið og sett í verðina. Uttan annan verður onki burturúr.

Ein kundi spurt: Er ein pápi ikki líka nógv pápi at barninum, hóast hann ikki er giftur við mammuni?

Lógin áleggur pápum skyldur og ábyrgdir, men gevur ikki pápum gleði og gagn av teirra egnu børnum!

Skulu vit tryggja jávnvág millum kynini og millum foreldrini, mugu vit javnseta foreldrini frá byrjan við, at bæði hava felags foreldramyndugleika yvir barninum.

Ein pápi, sum hevur áhuga í sínum barni og tekur ábyrgd av sínum barni eigur sjálvsagt eisini hava ávirkan á barnið og gleði av barninum.

Ella ætlar landsstýrið bara at tryggja javnstøðu og ’røttu’ javnvágina í summum politiskt útvaldum førum, men ikki øðrum?

Í hesum sambandi verður fyrispurningur settur fyri at fáa greiðu á, um landsstýrið ætlar at javnstilla kynini í familjulóggávuni og virða lívfrøðiliga faðirskapin hjá pápum at børnum í Føroyum.

Á Løgtingi, 4. oktober 2023
Grímur Sundstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo