Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Fast track-skipanin seinastu tíðina

Spurningar:
1. Hvussu nógvar umsóknir eftir fast track-skipanini vóru í mars og apríl 2023?

2. Hvussu nógvar umsóknir eftir fast track-skipanini vóru í mars og apríl 2024?

3. Hevur nakar óvanligur toppur verið á fast track umsóknum seinasta árið?

Viðmerkingar:
Í miðlunum um dagarnar og í umrøðu annars hevur verið nevnt, at arbeiðsgevarar møguliga hava fingið útlendsk starvsfólk, sum ikki eru partur av fakfeløgum, til landið og í starv beint fyri verkfallið.

Fyri fáa at greiðu á, hvussu ítøkiligu umstøðurnar hava verið, verða omanfyri nevndu spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi, 22. mai 2024
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo