Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir
Spurningar:
1. Hvørja strategi fyri bygging hava Bústaðir fyri komandi árini?
2. Eru ávís øki í landinum, sum Bústaðir raðfesta fram um onnur?
3. Eru ávís øki í landinum, har Bústaðir ikki hava í hyggju at hava virksemi uttan so, at kommunur ella onnur eisini fíggja byggingina?
4. Hvørjar verða fyrstu byggingarnar, sum Bústaðir fara í gongd við, tá økta fíggjarliga heimildin til bygging er samtykt?
Viðmerkingar:
Tað hevur í eina tíð verið at frætta, at stígur aftur er komin í byggingina hjá Bústøðum - sum skilst serliga orsakað av, at møguleikarnir fyri fígging ikki hava verið til staðar.
Samstundis hevur nýggja stýrið fyri Bústaðir verið til arbeiðis í hálvtannað ár, broytta lógargrundarlagið hevur verið í gildi í næstan eitt ár, og stjórin er nakað síðan farin úr starvi.
Bústaðir eru eitt bústaðarpolitiskt amboð, og tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni um ítøkiligu nýtsluna av hesum amboði.
Á Løgtingi, 14. mars 2024
Eirikur í Jákupsstovu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo