Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður
Svarari: Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Bíðilisti hjá Bústøðum

Spurningar:
1. Er ætlanin at broyta mannagongd, so tey, ið ikki eiga bústað frammanundan, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum?

2. Hvussu nógv fólk standa á bíðilistanum hjá Bústøðum?

3. Hvussu nógv minkaði bíðilistin hjá Bústøðum í 2023?

Viðmerkingar:
Fleiri fólk í bestu árum hyggja til okkara grannalond heldur enn Føroyar at búseta seg.

Tað er ein trupulleiki, sum vit eiga at taka í størsta álvara, tí tað kann geva stórar trupulleikar seinni, um stórir partar av árgangum velja at búseta seg aðrastaðni.

Ein avbjóðing, sum er partur av ítøkiliga trupulleikanum, er tørvurin á bústøðum.

Felagið Bústaðir er okkara bústaðarpolitiska amboð. Hundraðtals íbúðir eru komnar frá felagnum, og fleiri eru á veg, og Bústaðir hava tænt bústaðarmarknaðinum væl.

Men spurningurin er, um tíðin ikki er komin at hava eitt orðaskifti, um Bústaðir ikki skuldu málrættað, hvønn bygt verður til. Eitt nú gera Bústaðir ikki mun á fólki, sum standa á bíðilistanum. Stendur tú ovast á listanum, fær tú eina íbúð bodna. Tað er lættasti máti, men spurningurin er, um tað eisini er rættasti máti.

Tí verður landsstýriskvinnan spurd, um ætlanin er at broyta mannagongd, so tey, sum ikki eiga hús ella íbúð frammanundan, verða tikin framum tey, sum eiga bústað frammanundan.

Á Løgtingi, 29. januar 2024
Sólvit E. Nolsø

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo