Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Ættleiðingar úr øðrum londum

Spurningar:
1. Hvussu ávirkar tað føroyingar, sum hava ætlað sær at ættleiða, at danir hava steðgað altjóða ættleiðing?

2. Hvørji rættindi og trygd hava føroyingar, sum m.a. hava goldið fyri at fáa góðkenning sum ættleiðingarforeldur, men sum framvegis ikki hava fingið møguleikan at ættleiða?

3. Veit landsstýrismaðurin, hvørji líkindini eru fyri, at danir fara at taka altjóða ættleiðing uppaftur í næstum?

4. Hvat krevst fyri at fáa eina føroyska ættleiðingarskipan, og hvat heldur landsstýrismaðurin um møguleikan at skipa eina føroyska ættleiðingarskipan?

5. Hvat krevst fyri, at Føroyar kunnu knýta í aðrar norðurlendskar ættleiðingarskipanir, t.d. ta íslendsku?

Viðmerkingar:
Tað kom sera dátt við hjá nógvum føroyingum, at danska ættleiðingarfelagið Danish International Adoption, DIA, fyribils steðgaði altjóða ættleiðingum í síðstu viku, og at tað nú ikki ber til at ættleiða til Føroya úr øðrum londum. Orsøkin er, at DIA ikki kann veita vissu fyri, at allar treytir verða hildnar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskar familjur eru raktar av, at danskir myndugleikar hava steðgað ættleiðing úr øðrum londum. Í 2016 var líknandi støða, tá føroyingar vóru á bíðilista at ættleiða úr Etiopia, og danska innlendismálaráðið brádliga steðgaði ættleiðingum úr afrikanska landinum.

Ættleiðing skal sjálvsagt fara fram undir lógligum og skipaðum viðurskiftum. Tá familjurættarliga økið kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2018, var lóggávan um ættleiðing ein partur av yvirtøkuni. Í Føroyum hava vit eisini ment egnar førleikar at ráðgeva um ættleiðing, skipað fyri ættleiðingarfyrireikandi skeiðum og annað. Tá, í 2018, var semja um at halda fram við samstarvinum við danir um fremmanda ættleiðing. Tað ber nú við sær, at ættleiðing úr øðrum londum brádliga er steðgað, uttan at føroyskir myndugleikar vóru kunnaðir um ættleiðingarbannið.

Avgerðin reisir nógv ivamál, serliga hjá teimum, sum spent hava bíðað eftir at sleppa at ættleiða úr øðrum londum. Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann hevur sett seg í samband við danskar myndugleikar um málið, og at hann er farin at kanna aðrar møguleikar.

Fyri at vita, hvussu tað gongur við tí arbeiðinum, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 22. januar 2024
Uni Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo