Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum
Evni: Bandasavnið hjá Kringvarpinum

Spurningar:
1. Hvar verður talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum goymt?

2. Hvar verða upprunaligu bondini goymd?

3. Hvussu verður tryggjað, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt skuldi hent – til dømis eldsbruni?

4. Metir landsstýriskvinnan, at tilfarið er forsvarliga goymt?

5. Um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?

Viðmerkingar:
Seinnu árini er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at varðveita bandasavnið hjá Kringvarpinum. Tilfarið er alt talgilt, fyri at tað ikki skal farast av tíðarinnar tonn.

Tá slíkt stórarbeiði er gjørt, er umráðandi at goyma tilfarið soleiðis, at ikki alt forferst, um til dømis eldur skuldi komið í húsið, har tað liggur. Ein máti er at hava talgilda tilfarið á fleiri servarum, sum ikki standa í sama bygningi. Hetta verður gjørt, fyri at tryggja, at um ein servari verður raktur av eini ella aðrari hending, so er tilfarið framvegis varðveitt á einum øðrum servara.

Tí verður spurt, hvussu tilfarið hjá Kringvarpinum verður goymt.

Á Løgtingi, 4. apríl 2024
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo