Fosturtöka ella ei? Nógvir læknar siga seg ikki vilja eiga hesa avgerðina, og sjálvandi skal eingin lækni noyða nakran at velja fosturtöku. Men skal kvinnan “ráða” púra sjálv?
Vanligt er innan fyri heilsuverkið, at læknin ella annað heilsustarvsfólk ger av, hvörjar viðgerðir vit hava atgongd til. T.d. skal ein serfröðingur mæla til skurðviðgerð, áðrenn onkur kann fáa nýggj knö ella keisaraskurð. Ein resept er neyðug til flest allar blóðroyndir og til stóran part av vörunum á apotekinum. Summar viðgerðir eru so lítið vandamiklar ella hava so fáar/vandaleysar potentiellar avleiðingar, at vit sleppa uttan um læknan. T.d. kann eg keypa hálsbomm og panodil á apotekinum uttan resept; sokallað “handkeypsvöra”.
Nýggja lógaruppskotið bólkar fosturtöku sum “handkeypsvöru”. Men fosturtöka er ikki eitt inntriv, sum kann samanberast við panodil. Vit halda tað ikki vera eitt órímiligt minsta krav fyri at fáa fosturtöku, at ein lækni heldur viðgerðina vera neyðuga út frá nökrum treytum/leiðreglum.
Hetta er púra vanligt innanfyri læknans yrki. Læknarnir taka stöðu til alt möguligt trupult hvönn dag í arbeiði teirra. Teir gera ikki altíð sum sjúklingurin ynskir. Viðgerðir verða ikki bjóðaðar eftir, hvat tann einstaki ynskir, men eftir meting læknans.
Merkir tað, at læknin eigur allan avgerðarrættin? Sjálvandi ikki! Tú hevur havi altíð rætt at nokta eina viðgerð, sum ein lækni mælir til; sjálvt lívsbjargandi viðgerð. Men tú kanst ikki krevja eina viðgerð, sum læknin ikki metir er neyðug.
Tað merkir, at hóast ein lækni mælir til eina fosturtöku, kann mamman ALTÍÐ NOKTA. Hon eigur síðstu avgerðina, um hon fær bjóðað eina fosturtöku.
Uppaftur betri, um bæði mamman og pápin at barninum, ið talan er um, eru samd. Bæði eiga tey líka nógv í barninum. Í lógaruppskotinum hevur sjálvt ein giftur maður eingi rættindi til at úttala seg ella at vera upplýstur um stöðuna.
Hugsið tykkum um stöðan var övugt. Um gift kona gjördist við barn, og maður hennara hevði rætt til at krevja eina fosturtöku, um hann vildi. Hvör okkara hevði klárað at liva undir slíkum umstöðum!? Og tó er onkur í hesi stöðu. Líkamikið, hvussu nógv ein pápi ynskir sær barnið í móðurlívi, hevur mamman (í lógaruppskotinum) rætt til at enda lívið á hesum lítla menniskjanum.
Tað passar, at tað bara er mamman, sum fær tikið sær av barninum, tað fyrstu tíðina, tá ið barnið er í móðurlívi. Men eftir hetta, kann pápin sjálvur taka sær av barninum, um tað er tað foreldrini ynskja.
Tá ið mamman er eitt barn
Ein rættur, ið vit í Føroyum, vanliga taka í stórum álvara, er rætturin (og ábyrdgin) hjá foreldrum, at taka sær av sínum börnum og at taka avgerðir teirra vegna. Hetta er galdandi til barnið er 18 ár.
Uttan í heilt serligum stöðum, har Barnavernd má blandast uppí, er eingin, sum elskar teg líka nógv sum tíni foreldur. Og foreldur ynskja börnunum tað besta, og gera alt tey kunnu, fyri at börnini skulu hava tað so gott sum gjörligt.
Men tað heldur lógaruppskotið ikki. Bjarni Kárason Petersen skrivar: “Men tað er ikki altíð, at tann ella tey, sum hava foreldramyndugleikan vita, hvat er best fyri barnið.” Og tí hevur lógaruppskotið “samráðið”. Samráðið, veit eftir öllum at döma, betri enn tit foreldur, hvat er best fyri tykkara barn.
Í sama brotið stendur um samráðið at:
“Samráðið er óheft og kann lýsa og taka støðu út frá barnsins sjónarmiði. Tá ið samráðið tekur avgerð, skal dentur m.a. leggjast á barnsins besta, og samráðið skal tryggja barninum ta verju og umsorgan, sum er neyðug fyri trivnaðin hjá barninum. Hesi atlit viga tungt í metingini av, um fosturtøka kann verða loyvd ella ikki.“
Vit í Føroya Pro Vita halda, at hetta ljóðar sera gott og eru samd, at dentur skal leggjast á barnsins besta, verju og umsorgan! Í summum förum eru tvey ella fleiri börn hjá samráðnum at hugsa um, men tað er ALTÍÐ minst eitt barn at hugsa um, tá ið talan er um fosturtöku.
Samfelagsligt ábyrgdarloysi
Í lógaruppskotinum eru ymsar grundgevingar fyri hví fosturtöka kann vera neyðug: Eitt barn, ið mamman ikki hevur ráð til; eitt barn, við álvarsligari sjúku og kostnaðarmiklari viðgerð; eitt barn, ið aldrin fer at kunna hava eitt vanligt starv.
Um vit hugsa um málið frá einum politiskum og samfelagsligum sjónarmiði, koma vit skjótt til niðurstöðuna, at tann bíligasta loysnin í krónum kanska er fosturtöka. Tí, um vit siga við mammuna: “her er ein góð, moralsk loysn, sum tú kanst velja, sum loysir tín trupulleika”, so kunnu vit jú eisini siga við hana, tá ið leiðin gerst tung: “tú valdi hetta sjálv. Tú valdi hetta barnið. Vit góvu tær eina loysn.”
Ein slík “loysn” tekur ábyrgdina at finna eina ordiliga loysn frá samfelagnum. Tí samfelagið hevur jú bjóðað tær eina “góða” loysn.
Tá ið vit byrja at síggja tað sum eina loysn, at nokta teimum at liva, sum kosta okkum pengar ella krevja meira umsorgan, so gevast vit skjótt at tíma, at veita neyðugan pening og umsorgan. Trupulleikin er jú loystur.
Hvat eigur samfelagið at verja?
Samfelagið eigur at verja okkara grundleggjandi rættindi, so sum rættin til lív, rætt til at taka avgerðir um okkara börn og arbeiðslív, o.s.fr. Serliga skal samfelagið/staturin verja okkum, um onkur roynir at gera seg inn á okkara grundleggjandi rættindi.
Men hetta lógaruppskotið ger einki slíkt.
Tað verjir ikki rættin til lív.
Tað verjir ikki rættin hjá pápanum at verja sítt barn í móðurlívi.
Tað verjir ikki rættin hjá foreldrum, at taka avgerðir um síni börn (uttan at gera seg inn á rættin til lív).
Tað verjir ikki rættin hjá einum heilsustarvsfólki, at ikki vilja luttaka í eini fosturtöku.
Lógin verjir bara “rættin” til at taka lív av egnum barni.
- Björk Tyril Sadembou, nevndarlimur í Føroya Pro Vita
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo