Í tíðindasendingum hjá KVF tann 9. januar, varð beinleiðis sagt, at ”Meir enn helmingurin av føroyingum tekur undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12 viku í viðgongutíðini”( ÚF) og ”Meiriluti er í fólkinum fyri fríari fosturtøky fram til 12. viku” (SVF). ”Tað vísir ein kanning sum ”Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið”
Einki varð sagt um, hvussu nógvir føroyingar luttóku í hesi kanning, sum annars er vanligt at upplýsa, tá slíkar kanningar verða gjørdar.
Tí er mín spurningur til leiðsluna í KVF: Kunnu tit vinarliga upplýsa, hvussu nógv fólk vóru við í kanningini?
Við tøkk.
Tordur J. Niclasen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo