Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Umframt at vera í bókabúðunum í morgin verða báðar bøkurnar lagdar fram á ráðstevnuni, ið Psykiatriski depilin skipar fyri á Reinsaríinum í annaðkvøld, har Héðinn Unnsteinsson - stak áhugaverdi høvundurin at VER ÚLVUR - fer at práta um bókina.

Ver úlvur
Søgan um Héðinn Unnsteinsson er bæði ein sigurssøga og ein søga um at stríðast við fordómar, við skipanina og enntá málið sjálvt.

Ver úlvur  sigur ærliga, atfinningarsamt og opinskárað frá, hvussu ein maður fellur og síðan reisist aftur, ein maður, ið einaferð fekk staðfest sjúkuna maniodepressión.

Henda bókin er ein einsýnd frásøgn um eina ferð inn í ein heim, sum eingin hevur tamarhald á, ein heim, ið summi kenna, og mong óttast, men øll áttu at roynt at skilt betur.

- Eg var maður í úlvshami, vargur, útlagin. Mátturin í mær var mátturin í úlvinum…Orðið vargur merkir bæði úlvur og gudloysingur.

Héðinn hevur starvast við heilsumálum í tjúgu ár sum serfrøðingur í íslendska heilsumálaráðnum og hjá Altjóða heilsumálastovninum (WHO). Hann hevur undirvíst, hildið fyrilestrar og skrivað greinar um sinnisheilsu. 

Les brellbita her

Les ummæli, sum Grækaris Magnussen hevur skrivað, her

Colby Rodowsky: Hvat við mær?
Hjartanemandi søga um tannáringin Dorrie, sum eigur ein yngri beiggja, sum hevur Down's syndrom.

Foreldrini brúka eyðvitað nógva tíð til dreingin, og alt lívið hjá Dorrie tykist ávirkað av hesum veruleika.

Kensluliga sveiggjar hon millum hatur og kærleika til beiggjan. Stundum hevur hon skomm av honum, stundum er hon fylt við eymleika. Samanbrestirnir í húskinum eru mangir, óttin fyllir nógv.

Og tá ið drongurin doyr eitt kvøld, Dorrie er barnagenta hjá honum,  vella kenslur fram og ringa samvitskan fer at níva.

Les brot úr bókini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo