Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvussu síggja svínasláturhús og onnur sláturhús út eftir lokið verk? Og flettingarhús eftir fletting?

Skulu vit gevast at liva í samljóði við havið?

Av hasum spiki verður eingin dálking. Tað fer aftur til sítt upphav.

Og so orðavalið:

"... soleiðis sær Allur Nólsoyarfjørður út..."

Góð frásøgufólk og fjølmiðlar áttu at gjørt sakligan tíðindaflutning.

Til dømis kundi onkur kannað haldføri í sjónarmiðum og atburði annars hjá hesum atfinnarum.

Mann kundi eisini vitað, hvørji endamál av ymiskum slag, ið hesi fólk hava - og komið við samanberingum við tað, sum tey annars fyritaka sær.

Spurt kundi eisini verið, hvat fer fram í øðrum londum; ikki minst í sokallaða vesturheiminum eins og Avstralia og Nýsælandi.

Ynskiligt hevði verið at fingið eina óbrotna frásøgn um tað, at springararnir vóru hildnir til: Frá tí, at bólkurin var funnin, til hann var avlívaður, skorin upp sjálvboðið og býttur ókeypis út til túsundtals fólk.

Tað hevði skapt áhuga og kanska tænt tjóðini í eini størri heild. Onkur fjølmiðil kundi sum nakað serstakt vent sjóneykuni og møguliga fingið sannan heiður fyri tað.

Høgni Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo