Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Nú støðan á spillivatnsøkinum aftur hevur fingið almenna umrøðu, hevur Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, gjørt støðuna upp. Annars er at siga, at býráðið, sum tók við pr. 1. januar 2013, staðfesti, at Runavíkar kommuna ongan veg var komin á økinum, hóast almennu krøvini vóru, at alt skuldi vera liðugt tvey ár seinri. 1. januar 2015. Metingin tá var, at øll verkætlanin, í 15 bygdum, fór at kosta kommunukassanum omanfyri 90 milliónir krónur. Tað var býráðnum greitt, at tað hvørki verkliga ella fíggjarliga var møguligt at fáa málið avgreitt til tíðina. Myndugleikin fekk tey boð, at vit ætlaðu at fara miðvíst undir ætlanina, men at hetta fór at gerast væl drúgvari enn tey tvey árini sum vóru eftir til evsta mark. Síðan tá hevur býráðið sett hóskandi upphæddir av á hvørjum ári til endamálið, og miðað verður nú eftir, at Runavíkar kommuna er komin á mál við spillivatnsætlanini í 2025. Sigrid J. Dalsgaard, sum í stóran mun hevur skipað fyri hesum, greiðir í skrivi til borgarstjóran soleiðis frá:

Spillivatnsætlan hjá Runavíkar kommunu er um at vera avgreidd. Við skynsemi er eydnast at avgreiða hetta skjótari og bíligari, enn fíggjarliga metingin vísti í 2010. Valdu loysnirnar eru bíligar í rakstri, tí eitt av málunum hevur verið, at tað í mest møguligan mun ikki verður brúkt pumpumegi. Valdu loysnirnar eru eisini bíligari í íløgukostnaði og lúka hóast tað krøvini frá Umhvørvisstovuni.

Tað fer altíð at vera tørvur á røkt og umvælingum – serliga á brimplássunum. Tískil er spillivatnsarbeiði ein áhaldandi uppgáva.

Bygdir - arbeiði, sum er í gongd:
Skálafjørður. Verður avgreitt í 2024:
Flestu húsini eru íbundin. Verkætlanin fevnir um at krøkja tey húsini í skipanina, sum eru eftir, og gera havleiðingar. Hartil vera leiðingar kannaðar við kamera, og vánaligar leiðingar, skulu gerast av nýggjum.

Hesar bygdir eru avgreiddar:
Funningsfjørður
Oyndarfjørður
Skála
Søldarfjørður
Rituvík
Glyvrar
Elduvík
Saltangará

Hesar bygdir eru avgreiddar, so at øll hús eru íbundin, og spillivatn er ført út á sjógv. Tó eru miðalstórar verkætlanir eftir:
Runavík, dagføringar framvið Fjøruvegnum og nýtt reinsiverk.
Æðuvík, havleiðing skal umvælast. Avtala er gjørd við arbeiðstakara um hetta.
Lamba, havleiðing/boring skal gerast.

Bygdir, har prosjektering er avgreidd:
Funningur:
Flestu húsini eru íbundin og veitt er út á sjógv. Tað er staðfest í ár, at tað er ein trupulleiki, at úthús/fjós eru íbundin. Verkætlan fevnir um at krøkja í tey húsini, sum eru eftir, fáa fjós/úthús úr skipanini og gera eina havleiðing. Hartil vera leiðingar kannaðar við kamera, og vánaligar leiðingar, skulu gerast av nýggjum.

Bygdir, sum eru eftir at prosjektera:
Skipanes
Lambareiði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo