Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nám: Hóast vit eru í 2024, er tað enn ringt hjá føroyskum ungum at finna kunning um tey altjóða, alfevnandi mannarættindini á móðurmálinum. Men hetta broytir ein nýggj, ókeypis bók, ið er ætlað eldru fólkaskúlaflokkunum.

Rithøvundurin av bókini Føroyar fyri Mannarættindi, Oline Lykke Grand, greiðir soleiðis frá:

- Tað kann skapa eina fjarstøðu til mannarættindi, tá ið tað einans ber til at lesa um tey á fremmandamálum. Tískil er tað av alstórum týdningi, at vit læra um okkara rættindi á føroyskum, um vit skulu skilja og verja tey, sigur Oline Lykke Grand.

Føroyar fyri Mannarættindi er ein bók, ið gevur ungum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum og í einum føroyskum samanhangi. Í bókini fara at vera uppgávur, ið hava til endamáls at lata næmingin sjálvstøðugt skapa sínar egnu hugsanir um mannarættindi. 

- Føroyar skulu ganga á odda og vera eitt samfelag, har øll hava jøvn rættindi, og tískil er tað av alstórum týdningi, at tey ungu fáa innlit í mannarættindamál. Bókin Føroyar fyri Mannarættindi gevur unngum møguleika at læra um mannarættindi á føroyskum, soleiðis at tey kunnu luttaka í føroyska mannarættindakjakinum, greiðir Oline Lykke Grand frá.

Málbólkurin er serliga ætlaður teimum eldru flokkunum (8. og 9. flokkum) í fólkaskúlanum. Bøkurnar eru prentaðar, og tá ið skúlarnir bíleggja tær, móttaka næmingarnir eitt ókeypis eintak í part. Umframt hesum fylgir ein nágreinilig læraravegleiðing við bókunum, ið ger tað einfalt hjá lærarum at taka bókina við í undirvísingina. Sambært námsætlanini hava lærarar møguleika at brúka bókina til at menna førleikarnar hjá næmingum sum ein part av einum ískoytisøki, ið 20% av undirvísingini skulu brúkast til.

Føroyar fyri Mannarættindi er skrivað av Oline Lykke Grand við ráðgeving og fíggjarligum stuðli frá Nám, altjóða hópfíggingarpallum og privat-persónum.

Kunning um bókina:

Heiti: Føroyar fyri Mannarættindi

Rithøvundur og myndprýðari: Oline Lykke Grand

Síðutøl: 52

Útgávuár: 2024

Útgivin við stuðli frá:
- Nám
- GoMakeADifference x UWC Initiative
- The Changemaker Project
- Privat-persónar í USA og Norra

Hetta skulu skúlarnir gera:
Skúlar í Føroyum hava møguleika at bíleggja ókeypis eintøk av Føroyar fyri Mannarættindi til allar næmingar í 8. og 9. flokki.

Nám hevur ábyrgd av útbýtingini av bókunum, og fólkaskúlar kunnu venda sær til bms@bms.fo at fáa fatur á bókunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo