Løgreglan: Føstulávintsmánadag gekk 3 ára gamli Spiderman einsamallur í havnagøtum. Hann var nakað harmur, tí hann var vilstur og saknaði sínar hetjuvinir.
Ein politibilur fór á staðið og saman funnu Spiderman og politisturin hinar hetjurnar, Superman, Hulk, Pocahontas og Øskufíu, sum vóru til tunnusláttur í barnagarðinum, har Spiderman hevði sína dagligu gongd.
Øll á staðnum vælnøgd við, at Spiderman nú var saman við øllum hinum hetjunum.
Vit hava ikki frætt nakað um, hvør slerdi tunnuna í gólvið, men tað var so ikki politisturin, tí hann mátti víðari til aðrar uppgávur, áðrenn hettar hendi.
Føstulávintsmánadag gekk 3 ára gamli Spiderman einsamallur í havnagøtum. Hann var nakað harmur, tí hann var vilstur og...
Slået op af Føroya Politi i Tirsdag den 16. februar 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo