Dysturin millum Pólland og Føroyar byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Sjónvarpið byrjaði upptaktina longu klokkan 16.15.
Í sjónvarpsstovuni eru Solby Christiansdóttir, Sofus Dahl-Christiansen og Áki Mørk til reiðar at leiða tykkum gjøgnum enn eitt spennandi hondbóltskvøld.
Dysturin millum Pólland og Føroyar hevur leikað javnt á, og er hálvleiksstøðan 15-15.
Aftur nú í dystinum móti Póllandi varð Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin besti leikari, men Føroyar taptu kortini dystin við 4 málum á muni.
Dysturin endaði við 32-28 til Póllands.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo