Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Hálvtannað stig skilir oddaliðini í FM-stríðnum í talvi, nú tvey umfør eru eftir í landskappingini. Vágamenn eru framvegis á odda, men havnarmenn eru nú í hølunum á teimum.  Sunnudagin er næstsíðsta umfar á skránni, og leygardagin 18. mars endar kappingin við innanhýsis dysti millum toppliðini.

7. umfar - vágamenn økja
Sjeynda umfar var telvað 5. februar. Her vunnu sandavágsmenn ruddiliga á øðrum liði hjá Havnini. Bara Sjúrður Thorsteinsson á 1. borði hjá havnarliðnum, sum hevur verið ógvuliga lítið við í vetur, stóð mótstøðumanninum kurl.

Føroyameistararnir knógvaðu við bit og slit javnt sterka B-liðnum hjá klaksvíkingum. Stórmeistarin var ikki við á havnarliðnum henda dagin, kortini vóru havnarmenn greiðir favorittar við væl hægri styrkitali á hvørjum borði. Men hvussu var og ikki, so endaði javnt á trimum borðum; bara Olaf Berg vann, soleiðis at dysturin endaði 2½-1½ til FM-liðið.

Í triðja dystinum gjørdi Klaksvík A bart móti uppflytarunum úr Kollafirði, og vunnu á øllum borðum.

8. umfar - munurin styttist
Í áttanda umfari sunnudagin fingu sandavágsmenn veruliga mótstøðu móti A-liðnum hjá klaksvíkingum. Tað endaði javnt á trimum borðum, men á øðrum borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og tryggjaði vágamonnum sigurin í dystinum. Hetta var áttandi sigurin hjá Høgna á rað í landskappingini. hann hevur sum tann einasti fult stigatal í 1. deild.

Havnarmenn gjørdu sína skyldu móti botnliðnum, og vunnu 4-0. Men her var ein sensasjón í umbúna. Hin ungi Árant Djurhuus telvaði sum ein brandur, og hevði at síggja til stórmeistaran Helga Dam Ziska á knøunum, men fjálturin hevur mestur ørkymlað kollfirðingin so mikið, at hann misti tráðin. Helgi loftaði sær kringur í sperdari støðu, og var mentur at venda hóttandi tapi til sigurs á næstan gátuføran hátt.

Í triðja dystinum vann B-liðið hjá Klaksvík á B-liðnum hjá Havnini. Á 4. borði vann hin blaðungi Rógvi Olsen við einans 1400 í styrkitali. Rógvi er sonur fyrrverandi  fleirfalda føroyameistaran úr Klaksvíkar Talvfelag, Heini Olsen, sáli.

Hálvtannað stig er nú á muni millum oddaliðini. Líkt er til, at avgerðin verður aftur at falla í seinna sínamillum dystinum í síðsta umfari.

Kollfirðingar eru í stórum vanda at flyta úr deildini aftur, men sunnudagin er lykadystur millum Kollafjørð og Havnina B, sum heldur ikki kann kenna seg tryggan enn.

9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík B - Sandavágur
Havnin A - Klaksvík A
Havnin B - Kollafjørður

10. umfar (leygardagin 18. mars)
Sandavágur - Havnin A
Klaksvík A - Havnin B
Kollafjørður - Klaksvík B

Hinar deildirnar
Tvey umfør eru eftir í øllum fimm deildunum í landskappingini í talvi. Spenningurin er ikki sørur í flest øllum deildum.

Alt bendir á, at Sandavágs Talvfelag fær eitt lið aftrat í bestu deildini komandi ár. Gaman í eru klaksvíkingar beint í hølunum á vágamonnum í 2. deild, men við sínum báðum liðum í 1. deild, ið ikki eru í niðurflytingarvanda, er greitt, at klaksvíksliðið í 2. deild kann ikki flyta upp.

Afturímóti tykjast vestmenningar vera í fríum falli. Tað er heilt stutt síðani, at teir telvaðu í 1. deild, nú standa teir til at falla niður í 3. deild. So lágt munnu teir ikki hava ligið fyrr. Menn enn hava teir møguleikar at verða hangandi í deildini.

Í 3. deild eru teir á eystara armi á Skálafjørðinum í harðari kapping við sundalagsmenn í Róki um uppflyting, og tað ber ikki beinari á enn so, at oddaliðini bæði bresta saman í týðandi dysti sunnudagin.

Í 4. deild eru liðini tíggju í alt. har gongur eisini lívliga fyri seg, og bara fýra stig eru frá tí fremsta til lið nummar fýra. Har kann tí framvegis alt henda, tó at bara tvey umfør eru eftir.

Í unglingadeildini hava havnardreingir verið fremstir allan vetur, og snáva teir ikki nú í spurtinum, vinna teir helst FM-heitið.

9. umfar (sunnudagin 5. mars)
Klaksvík - Havnin A
Vestmanna - Havnin B
Kollafjørður - Sandavág

9. umfar (mikudagin 8. mars)
Gøta - Havnin A
Klaksvík - Sandavágur A
Havnin B - Sandavágur B

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo