Skúlablaðið: Brim Arkitektar hava teknað bygningin, sum fer at hýsa spildurnýggju framhaldsdeildini í Sankta Frans skúla, sum Húsavarðatænastan smíðar. Bygningurin, sum er 1.100 fermetrar til støddar og í tveimum hæddum, skal vera liðugur og handast Tórshavnar kommunu og Sankta Frans skúla í summar. Hann stendur á horninum Pedda við Stein gøta-Varðagøta. Tað er á júst sama staði, har vøggan hjá gamla Stella Maris stóð. Brim Arkitektar hava áður teknað eitt nú skúlan á Fløtum í Havn og nýggja skúlan við Streymin.
Magnus Magnussen er arkitektur og stjóri í fyritøkuni Brim Arkitektar. Hann sigur, at tað er altíð ein spennandi uppgáva at tekna ein nýggjan skúla.
Nýggja framhaldsdeildin er einki undantak í so máta, og tó hava avbjóðingarnar hesa ferð verið eitt sindur øðrvísi, sigur hann.
- Av tí at skráin frá byggiharranum hevur verið so greið, og ynski og krøv frá skúla og myndugleikum so væl nágreinað, hevur kreativa rúmið hjá arkitektunum at spæla sær í ikki verið av tí størsta. Tað var tað í størri mun í sambandi við skúlan við Streymin, sigur Magnus Magnussen.
Hann undirstrikar tó, at talan hevur verið eitt sera spennandi og gevandi arbeiði, hóast verkætlanin er spískað nógv til, sum hann orðar seg.
- Tað, sum ofta liggur fremst í huga, tá ið talan er um ein skúla, er felagsskapur. Tí hevur tað ligið okkum nær at hugsa um felagsskapin, tá ið vit hava teknað skúlan og hølini, sigur Magnus Magnussen.
Hann vísir í hesum sambandi á týdningin at hugsa um felagsskapin sum ein interagerandi og sosialiserandi felagsskap, og tað er serliga við hesum í huga, at Brim Arkitektar eru farnir til uppgávuna at tekna nýggju framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla, leggur hann aftrat.
Spurdur, hvønn týdning tað hevur havt fyri arbeiði, at talan er um tannáringar, sum fara at húsast í nýggja skúlabygninginum, sigur Magnus Magnussen, at tað hevur í ávísan mun sett dám á arbeiði. Men tað hevur tó mest verið í sambandi við økið uttan um skúlan, tí bygningurin sjálvur er avmarkaður frammanundan, sigur hann.
Magnus Magnussen heldur, at tað er altíð ein spennandi avbjóðing at sameina skúlaskap og arkitektur.
Hóast umstøðurnar stundum kunnu vera avmarkandi, sum tær eru við døminum um framhaldsdeildina í Sankta Frans skúla, er tað ein sannroynd, at tað vakra og estetiska altíð er høgt í metum og hevur avgerandi týdning, tá nýggir skúlar, ið skulu halda langt fram í tíðina, skulu teknast og byggjast.
Og tað er eftir besta førimuni hjúklað um allar lutir.
- Vit hava lagt stóran dent á, at skúlin skal kennast heitur og fjálgur. Og so skal hann vera innbjóðandi og umboða sín samleika. Støddin á bygninginum skal ikki kennast áleypandi og annars falla væl inn í heildina og hóska til grannalagið, sigur Magnus Magnussen.
Brot úr grein í Skúlablað nr 1, 2024, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo