Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuhúsið: Undirvísingin verður skipað sum Kahoot líknandi spurnarkapping, har næmingarnir á ein stuttligan og læruríkan hátt koma at kenna ymiskar yrkisútbúgvingar.

Endamálið við undirvísingartilfarinum er at geva fólkaskúlanæmingum kunnleika til handverk og yrkisútbúgvingar. Hetta verður gjørt talgilt, har næmingarnir luttaka í spurnarkappingunum “Bygg eitt hús” og “Gita eitt fak”. Enn eru tvær spurnarkappingar framleiddar, men endamálið er at breiðka um útboðið. Endamálið er, at spurnarkappingarnar skulu virka sum kvalifikatión til eina praktiska kapping, har næmingarnir skulu loysa handverkslíknandi uppgávur.

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, er sera spentur uppá at fáa tilfarið út:

“Tað er hart tiltrongt at ung fáa betri atgongd til handverk. Í grundini halda vit í Føroya Handverksmeistarafelag, at handverk átti at verið ein munandi størri partur av fólkaskúlanum, serliga í framhaldsdeildini, men hetta er eitt gott ískoyti. ” sigur Magnus Magnussen

Mánadagin í farnu viku, varð tilfarið royndarkoyrt saman við 8.b í skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir vóru spentir uppá spurnarkappingarnar og stuttleikaðu sær óført. Serliga var tað tann praktiski parturin, sum var fangandi. 8.b á Argjahamri skuldi smíða seymir í ein bjálka, eins og húsasmiðir, samla eitt vatnlás, soleiðis sum rørsmiðir gera og til seinast skulu tey stápla dósir, sum krambakallar m.a. fáast við.

Vónin er, at allir 8. klassar í Føroyum fáa møguleikan at royna undirvísingartilfarið. Síðani er málið at skipa fyri stórari kapping, har næmingarnir skulu loysa praktiskar uppgávur.

Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum saman við fakfeløgunum sendur fyri at framleiða tilfarið í samstarvi við fyritøkuna Tøkni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo