Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Pakhusstrik 2023: Komandi vikuskifti, 8-10 septembur, verður bindifestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Skráin er fjølbroytt og inniheldur eitt nú ymisk spennandi føroysk innsløg. Fríggjakvøldið verður ”Strik og Show,” har Miss Boogie (a.k.a. Finn Ferjá) kemur at upptraðka, og sama kvøld heldur Sissal Kristiansen fyrileystur um ull og burðardyggleika. 

Leygardagin kemur Randi Samsonsen og heldur fyrileysturin ”At se med huden,” og sunnudagin verður fyrileystur um ”Wool in the North” eftir Dorthea Joensen frá búnaðarmálaráðnum. Seinni á degnum fer Sissal Kristiansen at greiða frá sínum stuttfilmi ”The Wool Islands”. 

Tað ber til at keypa lekkurt tógv úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og atgongd er ókeypis. Tó skal man keypa atgongumerki til ávís tiltøk.

Les meira um festivalin Pakhusstrik 2023 her: nordatlantens.dk/pakhusstrik

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo