FSF: Moldova, Litava og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá U17-landsliðið við gentum í næstum skal taka lut í UEFA menningarkapping, sum verður í Moldova frá 14. til 21. mai.
Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Gert Hansen, hevur hon nú úttikið tær 18, ið skulu umboða Føroyar í Moldova í mai.
Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni. Tvær vera á Tórsvølli, mikudagin 1. og hósdagin 9. mai, meðan tann triðja verður á vøllin á Dungasandi í Sørvági týsdagin 14. mai.
Hópurin
Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)
Valbjørg Davidsen, B68
Sissel K. Mørkøre, EB/Streymur
Halla M. Ejdesgaard, FC Hoyvík
Tóra Vatnhamar Olsen, HB
Karla Sjóstein, KÍ
Ranja Joensen, KÍ
Eyðna Gaard, KÍ
Margreta í Buð, KÍ
Kára Sigurðsson, KÍ
Durita Vón Vidtfeldt, MB
Sara Benjaminsen, Skála
Ranja Petersen, Skála
Hansina Nesá, Víkingur
Reima Isaksen, Víkingur
Fríða Lamhauge, Víkingur
Bjørk Akselsen, 07 Vestur
Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur
Skráin
16. mai Moldova – Føroyar
18. mai Føroyar – Litava
20. mai Føroyar – Rumenia
Allir dystirnir verða spældir á Zimbru 2 Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo