G!: Tónleikastjórin á G! lovaði veitslu, og veitsla skal tað verða.
Specktors, kúllarnir úr Danmark, hava rungað úr hvörjum diskoteki í danska býarlívinum í fleiri ár. Tónleikurin er lættur at skilja, tá ið basstrumman slær fýra í gólvið. Men tak ikki feil, Specktors hava kant, og ljóðið er frekt og modernað.
Tá ið Unz, Unz, Unz, Unz fer í gongd vita vit, at öll tey dansiglaðu koma tysjandi, tí tá verður ringt inn til veitslu.
Vit síggjast á dansigólvinum á G! 2024, tá ið Specktors taka yvir!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo