Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum er játtanin til fólkaskúlan hækkað við 8 mió. krónum.
- Hetta ljóðar av nógvum, men tá lønarhækkingin 1. oktober í ár og øktu pensjónsútreiðslurnar eru trektar frá, so er ein góð millión eftir. Samstundis økist virksemið í skúlanum áhaldandi.
- Økt tímatal til alis-og evnafrøði, samfelagsfrøði verður nýggj lærugrein frá august 2017, tá eisini nýútbúnu støddfrøðivegleiðararnir fara til verka.
- So víðari rásarúm í fólkaskúlanum, sum bæði lærarum og skúlaleiðslum leingist eftir er ikki talan um enn.
- Játtanin til Sernám stendur at kalla í stað, og tær avleiðingarnar eru helst mest sjónskar og harmiligast í fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo