Morðroynd varð í dag framd ímóti katalanska Alejo Vidal-Quadras sum einaferð stóð á odda fyri konservativa flokkinum Partido Popular ella PP, og eisini var við til at stovna høgraradikala flokkin Vox.
Alejo Vidal-Quadras varð illa særdur, men er sum skilst ikki í lívsvanda.
El Pais skrivar, at morðroyndin hendi sama dag sum sosialdemokratiski forsætisráðharrin Pedro Sanchés hevur gjørt avtalu við loysingarflokkin Junts í Katalonia um at stuðla vinstrasinnaðu, sponsku stjórnini afturfyri grið til fleiri av katalansku politikarunum sum stóðu fyri fólkaatkvøðuna í 2017.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo